Hollande bjóðar Sarkozy av

Tað verður tann 57 ára gamli Francois Hollande, sum skal kappast við Nicolas Sarkozy á franska forsetavalinum næsta ár. Tað skriva franska tíðindastovan AFP og blaðið Le Figaro í kvøld.

Francois Hollande er fyrrverandi formaður í franska sosialistaflokkinum.

Eru tær seinastu meiningakanningarnar álítandi, fer Francois Hollande at vinna á Nicolas Sarkozy, og so verður tað fyrstu ferð í 17 ár, at ein sosialistur kemur í franska forsetaembætið.