Aftur í morgin verður mótstøðan ivaleysa stór hjá føroyska talvlandsliðnum, sum luttekur í OL í Týsklandi Seint í kvøld varð tað greitt, at mótstøðuliðið hjá føroyska talvlandsliðnum í talvolympiaduni, sum í hesum døgum er í Týsklandi, verður Holland.
At talan verður um ivaleysa stóra mótstøðu siga tølini. Fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar 4-0 ímóti Hollandi, ið er styrkismett sum nummar 20, og sum eftir trý tey fyrstu umførini í hesi kappingini er á 11. plássi.
Miðal styrkistalið hjá Armenia, sum Føroyar í dag taptu 4-0 ímóti, er 2677. Miðal styrkistalið hjá Hollandi er 2609. Miðal styrkistalið hjá føroysku telvarunum er 2364.
Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya verður í kvøld greitt soleiðis frá:
Annars er lagið sera gott í føroyska hópinum. Nakað sperdir eftir umgangin í dag, men tað er við sera góðum huga og áræði, at farið verður undir enn eina Urias-uppgávu á teim 64 puntunum. Tí hóast tapið í dag vístu analysurnar, at serliga Heini Olsen og John Rødgaard høvdu telvað upp ímóti heimselituni - talan var um javnar støður, sum kollsigldu....spell..men, sum samstundis gevur sjálvsálit !
Fyrstu leikirnir í morgin verða fluttir kl. 13 føroyska tíð.