Holland vísti tó einki gestablídni sum vertir, tí teir vunnu dystin 4-1. Otman Bakkal og Ryan Babel løgdu Holland á odda 1-0 og 2-0 fyrsta tíman, áðrenn sami Babel loyvdi sær at misnýta eitt brotsspark. Innskifti Maceo Rigters økti tó til 3-0 í 67 minutti, áðrenn Serbia skapti eitt sindur av spenningi í dystin 13 minuttir fyri leiklok. Tríggjar minuttir fyri tíð avgjørdi sami Rigters dystin, tá hann skoraði til 4-1.