Holland nú nummar eitt

Sponsku europa- og heimsmeistararnir eru ikki longur nummar eitt á heimsstyrkilistanum hjá FIFA. Holland hevur yvirtikið fyrstaplássið, meðan Føroyar flyta eitt pláss upp, og eru nú nummar 111.

 

Tað sæst á nýggja FIFA-listanum, sum felagsskapurin hevur kunngjørt í morgun.

 

10 tey ovastu londini eru hesi:

 

1: Holland (+1)

2: Spania (-1)

3: Týskland (0)

4: Ongland (+2)

5: Uruguay (0)

6: Brasilia (-2)

7: Italia (+1)

8: Portugal (-1)

9: Argentina (+1)

10:Kroatia (-1)

 

Ovasta norðanlandið er Noregi, ið varðveitir sítt 12. pláss, Svøríki er nummar 18, sum er eitt pláss betri enn seinast, meðan Danmark stendur í stað á 21. Plássi.

 

Føroyar fara eitt pláss upp til 111, meðan Wales er nummar 117 og Ísland nummar 124. Wales er fallið fimm pláss og Ísland trý.