Holland er triðbest í heiminum

Holland vann í kvøld bronsudystin móti Brasil og er sostatt triðbesta fótbóltslandið í heiminum.

Brasil skuldi í kvøld reisa seg eftir lemjandi 7-1 ósigurin móti Týsklandi týskvøldið.

 

Men Brasil reisti seg ikki, tí Holland vann dystin 3-0.

 

Holland kom á odda longu eftir 3 minuttum. Arjen Robben varð sendur avstað og einsamallur móti málverjanum, tók Thiago Silva í neyðbremsuna og feldi hollendska leikaran. Hóast Arjen Robben varð staddur uttanfyri brotssteigin, dømdi dómarin brotsspark til Holland og gult kort til Thiago Silva. Rætti dómurin átti uttan iva at verið, at Thiago Silva skuldi fingið tað reyða kortið og at Arjen Robben skuldi fingið fríspark.

 

Tá 17 minuttir vóru leiktir økti Holland um munin. Holland slapp til innlegg úr høgru síðu, har brasilski veruleikarin David Luiz skallaði bóltin beint fyri føturnar á holendska verjuleikaranum Daley Blind, ið smekkaði bóltin framvið Julio Cesar í Brasil málinum.

 

Holland sløkti dystin í yvirtíðini, tá ungi miðvallarin Giorginio Wijnaldum staðfesti hollendska sigurin og legði Holland á odda 3-0.

 

Dysturin endaði sostatt 3-0 og tí fekk Holland bronsukrónurnar, meðan vertirnir úr Brasil heldur skuffandi, máttu taka til takkar við fjórða plássinum.

 

Í annaðkvøld verður finalan leikt millum Týskland og Argentina. Tann dysturin byrjar klokkan 20:00.

 

Brasil - Holland 0-3 (0-2)

0-1 Robin Van Persie (brotsspark), 3.

0-2 Daley Blind, 17.

0-3 Giorginio Wijnaldum, 90.