Tað eru trý stig frá Víkingi og HB og fram til NSÍ og B36. Tí verður tað í kvøld talan um lyklauppgerð millum Víking og HB í Sarpugerði:
-Undan kappingarbyrjan duldu vit ikki yvir, at málið er at vinna FM. Tað sá einki út inntil fyri ikki so nógvum vikum síðani. Nú eru vit trý stig frá toppinum. Um tað skal eydnast at vinna FM, so er týdningarmikið at vinna á heimavølli. Í kvøld verður tað spennandi ímóti HB, og vit ætla okkum at vinna. Í Vági vóru vit fokuseraðir í 1. hálvleiki, tá ið vit spældu væl, meðan tað eftir steðgin var minni sannførandi spæl, men vit arbeiddu okkum til trý stig, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.
Tað kemur sera illa við, at Hans Jørgen Djurhuus nú er leikbannaður. Víkingur hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og eingin ivi er um, at góði hugburðurin hjá Hans Jørgeni hevur verið við til at sett futt í.
Umframt Hans Jørgen Djurhuus eru Súni Olsen og Gert Hansen ikki tøkir. Teir eru framvegis so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla.
HB hevur ikki tapt átta tær seinastu ferðirnar, og nú eru FM favorittarnir bara trý stig frá toppinum. Eftir 3-0 sigurin í Streymnesi heldur venjarin, Heðin Askham, at tað kundi gingið betri við at spæla seg til málmøguleikar. Fróði Benjaminsen og René S. Joensen vóru miðverjar, og venjarin er stak væl nøgdur við fótbóltsspælið úr verjuni og fram á miðvøllin.
-At spæla í Sarpugerði ímóti Víkingi er ein av dystunum, sum vit gleða okkum til. Tað vera nógvir áskoðarar, og eg rokni við, at talan verður um fínan fótbóltsdyst. Støðan sigur, at nógv stendur upp á spæl, sigur Heðin Askham.
Hjá HB eru Pál Mohr Joensen og Rókur Jespersen skaddir. Miðverjarnir Gunnar Haraldsen og Rógvi S. Holm eru so mikið skaðadarvaðir, at tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla. Miðverjin Johan Troest Davidsen er tøkur aftur eftir leikbann.