Holger mynstrar av

Tey flestu munnu kenna Holger Arnbjerg sum fryntliga ráðgevan, ið er skjótur at hjálpa og hollur í ráðum, tá føroyingar hava onkran spurning um víðari lestur. Men nú muga fólk leita sær aðrastaðni við spurningunum, tí aftaná 18 ár í starvi sum leiðari fyri Altjóða Skrivstovuna takkar Holger Arnbjerg fyri seg, nú hann er farin um tey 67 árini. Tað upplýsir Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni.


Holger Arnbjerg var fyrsti og higartil einasti leiðari av Altjóða Skrivstovuni og fylgdi við stovninum, tá hann í 2010 varð lagdur undir Fróðskaparsetrið. Áðrenn tað hevði hann starvast á Studentaskúlanum í Hoydølum.


- Av útbúgving er Holger cand. mag. frá Københavns Universitet í fakunum samfelagsvísindi og ítrótti. Seinni hevur hann fyrst tikið vinnulívsbúskap og aftan á tað diplomútbúgving í karrieruvegleiðing á Fróðskaparsetrinum, skrivar Setrið av heimasíðuni.


Í sambandi við at Holger Arnbjerg fer úr starvinum um ársskiftið verður skipað fyri almennari móttøku í Kantinuni á Námsvísindadeildini, Frælsinum 20, fríggjadagin 4. januar frá kl. 15.