Holger Laumann er deyður

Tónleikarin, tónaskaldið og pedagogurin Holger Laumann er deyður, 64 ára gamal

Laumann var júst komin aftur av turné í USA, tá hann týsdagin stillisliga sovnaði burtur í heimi sínum á Frederiksberg, skrivar Århus Stiftidende.

 

Hoger Laumann var ein persónligheit í donskum tónleikalívi ? og ikki minst í Århus. Hann tók diplomprógv í obo á Det Jyske Musikkonservatorium í 1972.

 

Seinni fekk hann sum pedagogur, tónleikari, komponistur, arrangørur, orkesturleiðari og ígongsetari nærmast týdning sum ein guru fyri menningina av rútmiskum tónleiki í Danmark.

 

Fyrst í sekstiárunum spældi hann í Randersbólkinum Safari Jazz mið eitt nú gitna trummusláaranum í Rolling Stone, Charlie Watts.

 

 

Síðst í sekstiárunum var hann oddamaður í bólkinum Tears, har Anne Linnet var ein av frontfigurunum. Tey vóru par eitt tíðarskeið. Eftir Holger Laumann eru seks børn, har fleiri eru børn.

 

Holger Laumann var eisini kendur Føroyum - eitt nú tá hann spældi saman við bólkum sum Plúmm og Frændum.