Nýtt: Holgar og Lagnan

Holgar Jacobsen gav í dag nýtt staklag út. Lagið eitur Lagnan.

 

Sjálvur sigur hann soleiðis:

 

- Í dag gevi eg lagið "Lagnan" út, hetta lag er tað 7. staklagi hjá mær í røðini HJF 568. Ætlanin er at geva eina LP plátu út. 

 

- Eg havi, sum ikki einaferð, góðar tónleikarar við mær; Høgni Klakkstein, Eyðun Johannesen og Hans Ravnsfjall. Orðini spegla duldarkenda veruleikan. Tó lagið ikki er heilt nýtt, eri takksamur fyri at kunna gera tónleik enn. Hans Ravnsfjall hevur ljóðblandað og mastrað, og leggið til merkis, at fyrsta vers er ljóðblandað í 60ára LP ljóði.

 

Lagið er at hoyra her:

 

LAGNAN - YouTube