Holgar við nýggjari fløgu

Holgar Jacobsen gevur í næstum út enn eina soloútgávu

Í næstum kemur nýggj fløga á føroyska marknaðin. Talan er um útgávuna ”Kanska tú svav”, sum sørvingurin Holgar Jacobsen hevur gjørt saman við nøkrum av fremstu tónleikarunum her á landi.

Á fløguni eru tólv sangir, har Holgar Jacobsen sjálvur hevur skrivað ellivu. Jóan Jakku Guttesen hevur skrivað ein av sangunum á fløguni.

Upptøkurnar eru gjørdar í Block Studio í døgunum 23-25 apríl í ár.

 

Umframt Holgar Jacobsen eru fleiri kendir tónleikarar við á fløguni; Tórfríð Tavsen, Rógvi á Rógvu, Mikal Blak, Finnur Hansen og Ólavur Olsen. Finnur Hansen hevur upptikið, miksað og mastrað.

Hetta er næsta soloúgávan hjá Holgar Jacobsen. Fløgan verður møguliga útgivin í Íslandi seinni í ár, og onkrar útgávukonsertir verða eisini.

 

Tað er Tutl í stendur fyri útgávuni.