Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skrivað, 11 og Jóan Jakku guttesen hevur gjørt ein tekst. Síðsta lagið er tøkulagið Syneta.
Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio í apríl í ár og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt.
Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak bass, Finnur Hansen tagentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen horn, Holgar Jacobsen gittarar og sang. Finnur Hansen hevur upptikið, miksað og mastrað.
Amariel Norðoy hevur málað kápumyndina, og Regin Davidsen hevur gjórt húsan. Hetta er næsta soloúgávan hjá Holgar, hin fyrra var »Ongan veg«. Annars hevur Holgar verið við í nógvum útgávum. Fløgan verður møguliga útgivin í Íslandi seinni.
Onkrar útgávukonsertir verða. Tann fyrsta verður í Perluni fríggjakvøldið 11. oktober klokkan 21. Síðan verður ein í Tutl handlinum fríggjadagin 18. oktobur klokkan 16:30.
Tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni.











