Hann er sonur Cathrinu Oluffu Heinesen, kallað Dinna, av Viðareiði og Carl Julius Poulsen úr Masnedsund í Vordingborg Kommunu á Sælandi. Hann er giftur við Brynhild Klettskarð úr Haraldssundi. Tey búgva í Klaksvík og eiga tvey børn, Bjørg og Beinir.
Sum ungur var Holgar sjómaður og sigldi serliga við norskum línuskipum. Í seinnu helvt av fimtiárunum legðist hann uppi og fekk sær Sjóklædnavirki. Hann byrjaði í smáum, men tá nøkur ár vóru liðin, bygdi hann stór sethús og virkishús á Brekku í Klaksvík. Tá mest arbeiði var á virkinum, mundu eini 15 fólk arbeiða har.
Ta einu tíðina framleiddu tey heilt nógvar kovboybuksur, men góvust við hesum, tá kappingin gjørdist ov hørð við annað virki av sama slag í Føroyum.
Sjóklædnavirkið er framvegis í gongd. Tey framleiða sera væl umtókt oljuklæðir, bæði løtt og tunn og tjúkk og heit, heilar blusur og opnar. Eisini gera tey bjálvar at hava innan undir oljublusuni í kulda. Haraftrat gera tey útsynningar (sydvestar) og ymist annað. Niðara hædd á Sjóklædnavirkinum hýsir Verkstaðnum á Brekku, sum er verkstaður fyri evnaveik, har tey gera plattar og ymsar brúkslutir.
Tað man vera óneyðugt at siga, at Sjóklædnavirkið eisini gjørdi tær sokallaðu tjóðveldisblusurnar, tí tjóðveldismaður er Holgar av teimum fremstu. Hann hevur verið sera virkin í Norðoya Tjóðveldisfelag, og valkvøldini hýsti hann mangan teimum, sum komu saman at fylgja við valúrslitunum.
Holgar hevur ikki slitið alt samband við Viðareiði, haðani mamman var ættað. Hann hevur havt nakrar seyðir har norðuri, og Brynhild og hann eiga summarhús eysturi í Eiðsvík, og har hava tey verið nógv.
Tey seinastu árini hevur Holgar verið minnisveikur, og tí er tað dóttirin Bjørg, sum stendur fyri arbeiðinum á Sjóklædnavirkinum. Beinir býr í Danmark og arbeiðir sum skipsmeklari.










