Samanhald merkti hátíðarguðstænastuna í dómkirkjuni nýggjársdag. Talan var um eina guðstænastu, ið skuldi seta hol á túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Hetta varð gjørt við at halda eina guðstænastu, har allir kristnir trúarbólkar í Føroyum vóru bodnir at luttaka. Tískil var guðstænastan merkt av samanhaldinum í kristindóminum og ikki sundurlyndinum, ið viðhvørt tekur seg upp millum túarbólkar.
Undir guðstænastuni lósu umboð fyri nakrar av trúarbólkunum upp dagsins tekst og annan tekst, ið hevði samband við guðstænastuna. Talan var um umboð frá Adventistakirkjuni, katólsku kirkjuni í Havn, Frelsunarherinum og Hvítusunnusamkomunum. Fyri prædikuni stóð Føroya bispur, Hans Jacob Joensen.
Tað fyrsta av mongum
Tiltakið í dómkirkjuni nýggjársdag var tað fyrsta av mongum tiltøkum í sambandi við fagnaðarárið fyri krisniboðan Føroya.
Føroya Dómpróstur, Bjarni Bæk, sum eisini var til fagnaðarguðstænastuna, sigur fyri Sosialinum, at guðstænastan var fyrireikað av einum bólki, mannaðum við umboðum úr ymisku trúarbólkunum, ið luttóku í guðstænastuni. Hesin bólkur er nevniliga settur at fyrireika og samskipa tey tiltøk, ið verða hildin í sambandi við túsund ára haldið, og helt bólkurin tað vera hóskandi, at fagnaðárið varð sett við einari guðstænastu í dómkirkjuni.
Seinni verða tiltøk hildin í ymisku samkomunum, og høvðustiltakið verður sjálv hátíðarguðstænastan hvítusunnudag, har drotningin verður hjástødd.
Undirstrikaðu samanhaldið
Bjarni Bæk, dómpróstur, heldur, at guðstænastan nýggjársdag, samstundis sum hon var innsetanin av fagnaðarárinum fyri kristniboðan Føroya, eisini var ein undirstrikan av, at ymsiku kristnu trúarbólkarnir góðkenna og virða hvønn annan, hóast teir ikki hava júst somu uppfatan av kristindóminum.
? Trúarbólkarnir sýndu nýggjársdag alment, at teir standa saman um felagsskapin, vit hava í kristindóminum, hóast hetta ikki merkir, at ymsiku bólkarnir fara at broyta arbeiðsháttin innan júst teirra samkomu av hesum tiltakinum.
Bjarni Bæk leggur afturat, at hann heldur, at tiltakið eydnaðist væl, og sigur hann seg hava frætt frá fólki, at tey upplivdu tiltakið, sum nakað positivt.