Eitt amerikanskt ferðamannaflogfar noyddist at neyðlenda í gjár, tí ein partur av loftinum í ferðafólkarúminum datt niður. Flogskiparin bað um loyvi at neyðlenda á flogvøllinum í býnum Yuma í statinum Arizona, tí trýstið í ferðafólkarúminum fall. Neyðlendingin gekk væl. Eingin av ferðafólkunum fekk skaða, men ein av manningini fekk onkran smávegis snudd.
Ikki fyrr enn flogfarið hevði sett seg, varnaðist manningin holið í loftinum.
188 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum felagið Southwest Airlines eigur, og sum var á veg úr Phoenix í Arizona til Sacramento í Kalifornia.