Mangur undrast yvir, at havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, ikki langt síðan er skift út við eitt betri skip. At skipið ikki er í tí standi, tað eigur at vera, var sjón fyri søgn, tá teir vóru til svartkalvaroyndir á Munkagrunninum í undanfarnu viku.
Meðan teir leygardagin vóru staddir á Munkagrunninum, einar 90 fjórðingar úr landi, fór skipið at leka sjógv inn í maskinrúmið. Tað vísti seg, at eitt hol upp á umleið ein tumma var komið í skrokkin, og 18 tons av sjógvi fossaðu inn í skipið um tíman.
Eingin panikkur var umborð. Teir høvdu pumpur, sum kláraðu at halda skipinum lens. Hesar vórðu settar til, og 22 tímar seinni komu skip og manning við egnari hjálp til lands í øllum góðum. Magnus Heinason varð tikin upp á bedingina hjá skipasmiðjuni Mest í Havn.
Tað er teringur í skrokkinum, sum var orsøkin til lekan. Eitt hol upp á ein tumma var komið í skrokkin, og tá holið var umleið seks metrar undir vatnlinjuni, sprændi sjógvur inn í maskinrúmið. Teir 22 tímarnar, sum tað tók at sigla til lands, pumpaði manningin umleið 400 tons av sjógvi útaftur.
Skipari á Magnusi Heinaso henda túrin var Dánjal Jacob Lydersen og umframt manningina, vóru eisini fólk frá Havstovuni við. Gongst, sum ætlað, fer Magnus Heinason út aftur í dag, og hesaferð verður farið norður um at gera havrannsóknir.










