Hol á hjá samgonguni

Landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, hevur lagt eina røð av lógaruppskotum fyri Løgtingið. Hesi uppskot hevur nýggja landsstýriskvinnan lagt fyri tingið: Uppskot um tryggingarvirksemi, uppskot um broyting í barsilskipanini, uppskot um skyldu arbeiðsgevarans til setanarprógv, uppskot um Vinnukærunevnd, uppskot um at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum og uppskot um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn.

Á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum verður greitt frá, at uppskotið um tryggingarvirksemi hevur til endamáls at fremja økta kapping á tryggingarmarknaðinum.

Í sambandi við uppskotið um broytingar í barsilsskipanini, er innihaldið, at útgjaldstíðarskeiðið eftir barnsburð verður longt við 7 vikum, úr 26 vikum til 33 vikur, og hámarkið fyri útgjald verður hækkað úr 25.000 kr. til kr. 27.000. Av longda útjaldstíðarskeiðinum verður pápakvotan uppá 2 vikur longd við 3 vikum til 5 vikur, felagskvotan uppá 10 vikur verður longd við 4 vikum til 14 vikur, umframt at einsamøll mamma kann fá pápakvotuna, og einsamallur pápi kann fáa kvotuna hjá mammuni.

Í sambandi við uppskotið um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum (setanarprógv) sigur Vinnumálaráðið, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi 1 mánað eftir, at løntakarin er byrjaður í starvinum skrivliga fráboðar løntakaranum um setanartreytirnar. Upplýsingarskyldan fevnir um upplýsingar um slag av arbeiði, starvsheitið, nær setanin tekur við, feriurættindi, uppsagnarfreistir, løn og arbeiðstíð.