Hol á fleiri hús

Eygnavitni á Eiði greiða frá, at grót fór um alla bygdina mánadagin, tá sprongt varð úti í Gerðinum á Eiði. Eygnavitni siga, at hol er komið á fleiri tekjur

Greinin er partur av eini greinarøð:

Vit eru fakfólk
Onki spreingiloyvi
Politi onga fráboðan
Hol á fleiri hús

 - Aftaná fyrstu spreingingina tíðliga seinnapartin fór grót um alla bygdina, og tá var onki ávaringarljóð. Síðani gekk ein løta til næsta skotið, heldur ongin ávaring, og aftur hesuferð kom grót oman ímillum og á húsini, sigur eygnavitnið á Eiði.
 - Síðani ringdi eg til løgregluna í Eysturoynni, og teir søgdu so, at teir skuldu tosa við spreingimeistaran. Aftaná tað varð so ávarað áðrenn skotini, men har kom aftur grót sendandi gjøgnum luftina. Tá tað síðsta skotið varð latið av um kvøldið, kom onki grót oman í bygdina, sigur viðkomandi, sum var til staðar allan dagin, tá sprongt varð.
 - Frá løgreglustøðini søgdu teir, at tað var ólógligt at spreingja uttan at ávara, og teir skuldu so steðga tí beinanvegin. Men øll her úti á Bø mugu ringja til tryggingina og fáa skaðarnar dekkaðar. Grót fór jú á fleiri tekjur allan vegin úteftir. Hjá einum í grannalagnum eru fýra hol komin á tekjuna ? tvey á húsatekjuna og tvey á garasjuna, sigur eygnavitnið.
 - Tað seinna skotið, onki ávaringarskot, tá var ein steinur komin akkurát har, sum ein smádrongur plagar at spæla hvønn dag ? og hesin steinurin var farin niður í asfaltið, so kraftugt var tað, sigur viðkomandi.