Á midnátt leygarkvøldið 25. apríl er konsert við Høgna Lisberg í Reinsarínum í Havn, har hann fyri fyrstu ferð framførir nýggjastu løgini við bólki Høgni gav stutt fyri jól út fløguna HOGNI - Haré! Haré!, sum fekk góða móttøku frá føroysku ummælarum. Hetta er fyrstu ferð Høgni framførir tónleikin av nýggjastu fløguni við bólki her í Føroyum.
- Tá eg gav fløguna út í desember, var eg á rundferð í Føroyum. Nú býður høvið seg endiliga at spæla tónleikin á Haré! Haré! við bólki, og tað er ordiliga spennandi, sigur Høgni um framførsluna.
Í Reinsarínum verður ein trio, sum stendur av Høgna, Brandi Jacobsen og Jens L. Thomsen. Hetta er heldur øðrvísi enn tað er á fløguni, tí tað er tillagað einari trio.
- Annars fara vit eisini at hava ein serligan gest við at hita upp fyri okkum, sigur Høgni.
Konsertin leygarkvøldið byrjar á midnátt.
Høgni fer við bólkinum til Íslands at spæla 1. til 4. mai í sambandi við, at fløgan hjá honum verður útgivin har. 22. mai skulu teir spæla á Spot Festival í Danmark, og umframt tað skal fløgan gevast út í Noregi í nærmastu framtíð.