HOGNI fer í kvøld fyri fyrstu fer á pall í USA. . Hettar verður á
heimsins størstu tónleikamessu í Austin, Texas, South By Southwest
(SXSW).
Við sær á ferðini hevur Høgni Lisberg - ella HOGNI, sum hann nevnir seg - føstu manningina, sum eru Jens L. Thomsen á bass, og Brandur Jacobsen á trummur.
Umframt framførsluna í kvøld á Maggie Mae´s Rooftop, spælir HOGNI
fríggjadagin á Danish Dynamite Party (link:
danishdynamitedayparty.wordpress.com)
..
Har framføra fremstu donsku nøvnini á indie pallinum, m.a: Efterklang,
Kashmir, Oh No Ono og Choir Of Young Believers.