Uppflytararnir úr Hoffenheim liggja í løtuni á odda í týsku fótbóltskappingini, men Franz Beckenbauer heldur ikki, at tað fer at eydnast sensatiónsliðnum at vinna kappingina. Der Kaiser roknar ikki við, at Hoffenheim fer at halda í longdini.
- Fyrr ella seinni fer luftin úr teimum. Teir verða ikki meistarar í ár, men um teir styrkja liðið, so kunnu teir kanska gerast meistarar um tvey ella trý ár, sigur Beckenbauer.