Høvuðsvenjarin hjá Lyon er sjúkrameldaður í 30 dagar

Hooligans, ið pástanda teir halda við Olympique Marseille lupu á spælarabussin hjá Lyon

Kring heimin eru fólk, sonevndir hooligans sum misbrúka fótbóltin til at fremja valdsgerðir.

 

Hetta slagið av fólki vera eisini nevnd "Ultras" í fótbóltsheiminum.

 

Farna vikuskiftið lupu sonevndir Ultras hjá hjá franska liðnum, Olympique Marseille á spælarabussin hjá arvafíggindanum, Lyon.

 

Høvuðsvenjarin hjá Lyon, Fabio Grosso (myndin) fekk ein álvarsaman skaða í vinstra eyga, og hann er nú sjúkrameldaður í 30 dagar. Hjálparvenjarin, Raffaele Longo fekk eisini skaða undir álopinum.

 

Dysturin millum Marseille og Lyon bleiv avlýstur.

 

Franska løgreglan ger nú rannsóknir í málinum. Fyri stuttum fingu Ultras hjá Olympique Marseille eina stóra bót fyri at hava 28 ólógligar roykbumbur. Og nú kunnu fleiri Ultras vænta sær fongsulsrevsing fyri álopið á spælarabussin hjá Lyon.