Høvuðsstaðurin og NSÍ eiga bestu ungu

NSÍ, B36 og HB dystast um at eiga ársins unga fótbóltsleikara hjá monnum

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


Í gjár kundi Sosialurin avdúka hvørjir tey eru, ið hava fingið flestar atkvøður frá venjarum, liðformonnum og journalistum. Í kappingini um at gerast ársins ungi leikari eru tað tríggir U21-landsliðsleikarar, sum hava fingið flestar atkvøður. Teir eru:


Árni Frederiksberg, NSÍ

Hørður Askham, B36

Teitur M. Gestsson, HB


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.


Í fjør vann Páll Klettskarð heiðurin ársins stjørnuskot. Hann er í ár við í kappingini í tveimum øðrum bólkum.