Barnaróðurin á varmakeldustevnu í Fuglafirði hevur verið í dag.
Tað vóru bátar úr høvuðsstaðnum, sum vunnu.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri vann barnaróðurin hjá dreingjum. Jallurin var meiri enn tvær bátslongdir undan Ørnini, sum í tættari kapping við Royndina Fríðu vann næstfremsta plássið.
Í kappingini millum genturnar var Blikur hjá Argja Róðrarfelag fyrstur á mál. Hann var eina bátslongd frammanfyri Huldu av Tvøroyri.
| Barnaróður dreingir | ||||
| 1 | Jallurin | 02:43.03 | ||
| 2 | Ørnin | 02:49.19 | ||
| 3 | Royndin Fríða | 02:49.24 | ||
| 4 | Spógvin | 02:50.15 | ||
| 5 | Tekla | 02:51.21 | ||
| 6 | Firvaldur | 02:52.19 | ||
| 7 | Ternan | 03:21.11 | ||










