Høvdu ynskt at fleiri meldaðu til Barnaprix´ið

(Ljoðsamrøða) Angela Petersen saknar fleiri tilmeldingar til Barnaprix 2014

Í morgin klokkan 17 byrjar fyrra innleiðandi umfarið í Barnaprix 2014. Hetta fer fram á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

 

Angela Petersen, sum er ein av høvuðsreikarunum fyri Barnaprix 2014 er eitt sindur vónsvikin um talið av tilmeldingum. Hon fegnast um tey ungu, evnaríku børnini og ungfólkini, sum higartil hava meldað til, men hon hevði avgjørt ynskt, at talið varð størri.

 

Angela gleðir seg tó til kappingina, og hon vónar, at foreldur, systkin og onnur møta í stórum tali, og stuðla teimum, sum skulu framføra og kappast í Barnaprix 2014.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Angelu Petersen um Barnaprix 2014.