Farna sunnudag hendi nakað ótrúliga margháttligt í bestu bulgarsku fótbóltsdeildini.
Undan dystinum millum Arda Kardzahli og Levski Sofia var tøgn í ein minutt, har leikararnir hjá Arda Kardzahli og Levski Sofia saman við fjepparum teirra mintust fyrrverandi Arda Kardzahli leikaran, Petko Ganev, sum tey hjá heimaliðnum høvdu fingið at vita var brádliga deyður.
Men 28 ára gamli miðvallarin, Petko Ganev sum spælir við Dobrudzha Dobrich í næstbestu bulgarsku fótbóltsdeildini er als ikki deyður.
Stutt aftaná steðgin í dystinum millum Arda Kardzahli og Levski Sofia fingu tey hjá heimaliðnum at vita, at Petko Ganev var á lívi, og tað gjørdist ein ordans hvøkkur fyri tey.
Í skundi mátti Arda Kardzahli koma við einari fráboðan: - Háttvirdu miðlafólk og Arda-fjepparar. Leiðslan hjá Arda vil gjarna bera eina umbering til fyrrverandi leikaran hjá Arda, Petko Ganev og tey avvarðandi hjá honum, at felagið hevur fingið skeivar upplýsingar um, at hann skuldi verða deyður. Vit ynska Petko Ganev góða heilsu í mong ár, og vóna, at hann kann njóta framgongdina hjá Arda. Skrivaði felagið. Men tað forðaði ikki fyri, at søgan um mistakið fór kring allan fótbóltsheimin.
Dysturin millum Arda Kardzahli og Levski Sofia endaði við javnleiki 1-1. Levski Sofia er næstfremst við 52 stigum, og Arda er nummar fimm í deildini við 41 stigum. Langt fremst í deildini er Ludogorets við 64 stigum.
##med2##