Høvdu tit roknað við at Putin fór í koma av Høgna Hoydal?

– Høvdu tit veruliga roknað við, at Putin fór í koma, tí at Høgni Hoydal stongdi nakrar havnir, spyr Jóannes Eidesgaard borgarstjóran í Runavík, Tórbjørn Jacobsen

 

##med2##

 

Tað var í sendingini »Stjórnin« á FM1 í gjár, at teir tríggir viðmerkjararnir, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen,  fyrrverandi ting- og landsstýrismenn, viðgjørdu fiskiveiðusáttmálan við Russland.

 

Blot tykist verða komið í Tjóðveldi, har alsamt fleiri røddir tosa ímóti tiltøkunum hjá landsstýrinum ímóti Russlandi. Tað seinasta er, at sjálv aðalstjórnarforkvinnan í Tjóðveldi er farin beint ímóti floksformanninum, Høgna Hoydal.

 

Tórbjørn Jacobsen helt einki løgið var í at eftirmeta tiltøkini, hóast tey hava hava verið í gildi í ein mánað ella so. Hann sigur, at tiltøkini raka slett ikki Russland, men bara Føroyar.

 

##med3##

 

Hoyrið kjakið millum teir tríggjar, sum Árni Gregersen stýrdi á í sendingini »Stjórnin« á FM1 í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.

 

Teir tríggir viðmerkjararnir í sendingini, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður, løgtingsmaður, fólkatingsmaður og formaður Javnaðarfloksins. Heðin Zachariassen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður Fólkafloksins, og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings- landsstýris- og fólkatingsmaður Tjóðveldis, og núverandi borgarstjóri í Runavík, saman við Árna Gregersen, journalisti.