Ein jollufiskimaður læt lív við Sisimiut

Ein jolla koppaði við Sisimiut seinnapartin leygardagin, tí ov nógvur fiskur var í henni. Tveir persónar bjargaðu sær til lands á lívi, meðan ein 44 ára gamal maður doyði.

 

Myndin er av einari jollu í Grønlandi, sum her landar til føroyska frystilínuskipið Ågot.

Tað var um 16-tíðina leygardagin, at løgreglan í Grønlandi fekk boð um, at ein jolla varð koppað við Sisimiut. 

 

- Jollan koppaði, tí ov nógvur fiskur var í henni. Ein kvinna og ein maður svumu til lands. Tað eydnaðist teimum eisini at fáa triðja persónin til lands, men tá var viðkomandi deyður.

 

Tað sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Mads Lynge, við Sermitsiaq.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at tey, sum komu frá hendingini við lívinum, hava tað gott eftir umstøðunum.

 

- Tey hava ikki aðrar skaðar enn, at tey sjálvandi vóru niðurkøld, sigur vaktleiðarin við grønlendsku heimasíðuna.

 

 

 

   

 

Myndin er av einari jollu í Grønlandi, sum her landar til føroyska frystilínuskipið Ågot.