Høvdu illgruna um hvør tjóvurin var

Klokkan 13.15 í gjár var boðað frá einum innbroti vesturi í Vágum. Fólkini høvdu verið burturi og varnaðust, tá tey komu aftur, at onkur hevði brotið inn hjá teimum.

 

Løgreglan kom á staðið, og tað vísti seg, at ymiskt varð stolið, so sum heilivágur, brennivín, ymisk amboð og okkurt annað eisini.

Tey, sum áttu húsini, visti ikki, hvør innbrotsmaðurin var, men løgreglan hevði illgruna til ávísan persón, og tá løgreglan fór at kanna persónin, funnu tey lutirnar hjá hesum manninum, sum játtaði at hava brotið inn og stolið.