Høvdu ein góðan dag í Havn

Skúlaflokkar úr øllum landinum hava seinastu virkurnar verið útferð í Havn á sjónleikinum, Oliver Twist, sum er gáva frá Grímu til Føroya børn, nú leikbólkurin fyllir 20 ár.

Skúlaflokkar úr øllum landinum hava seinastu virkurnar verið útferð í Havn á sjónleikinum, Oliver Twist, sum er gáva frá Grímu til Føroya børn, nú leikbólkurin fyllir 20 ár.

Seinasta mikudag skuldu ein repil av børnum úr Suðuroy fara við Smyrli til Havnar at hyggja eftir leikinum, men vónbrotið var stórt tá ið ferðin varð avlýst av tí at veðurtíðindini vóru so út av lagi vánalig, at tað var hildið óðamannaverk at halda á Suðuroyarfjørð við óvitum.

Men so mikið fegnari vóru børnini, tá ið Gríma var so beinasom at framføra sjónleikin fyri teimum mánadagin ístaðin. Og henda dagin var veðrið av tí allarbesta, báði norður og suður, og í Havn skein sólin oman og niðan.

Millum tey, sum høvdu ein góðan dag í Havn, vóru skúlabørnini í Sandvík, og 5. flokkur í Hvalba, sum vóru í ferðalag saman.

Longu klokkan 6.10 varð lagt frá landi av Drelnesi. Komin til Havnar gekk leiðin beint til Kirkjubøar, har tey sóu múrin og kirkjuna, áðrennn tey fóru í Stokkastovuna, har Sólva Patursson greiddi frá.

Børnini sótu (næstan) sum undir lestri. Serliga stuttligt varð tað hjá børnunum í fjórða flokki í Sandvík, tí í søgu hava tey nógv um Sverra Kong. o.a., sum hevur samband við Kirkjubø.

Aftaná døgverða gekk leiðin í Norðurlandahúsið at hyggja eftir sjónleiki.

Børnini dámdi sjónleikin øgiliga væl. Nógv hildu, at tað var merkiligt, at søgan skuldi vera so gomul, og kortini vera so áhugaverd enn.

Tey hildu eisini, at tað var gott, at bókin hevði verið lisin í barnaútvarpinum stutt frammanundan.

Pallin hildu tey vera avbera flottan og klæðini eisini.

Men tey hildu eisini, at leikurin var nokk so ógvusligur, og tey bannaðu illa, so tey hildu at tað kundi væl verið, at smábørnum høvdu blivið bangin at sæð hann.

Tey vóru eisini sera hugtikin av gittarspælaranum, Hanusi Johansen, tí tey hildu, at hann dugdi sera væl at spæla uppá.

Jú, semja var um, at hetta hevði verið ein frálíkur sjónleikur, og at øll børn høvdu fingið eina góða føðingargávu frá Grímu.

Glað, og vælnøgd fóru øll til gongu oman aftur á Smyril. Tey gingu ígjøgnum viðarlundina, har svanarnir og dunnurnar fingu alt avlopið av matpakkunum, og tað mundi eisini koma væl við har.

Hetta var ein langur dagur hjá børnunum.

Tey máttu upp áðrenn klokkan fimm um morgunin, og tey vóru ikki við hús aftur fyrrenn klokkan níggju um kvøldið.