– Hetta er ein keðiligur feilur, men ikki ein stórur feilur. Vit fangaðu feilin, áðrenn uppgávurnar vórðu sendar út, og vit rættaðu feilin. Tað stendur alt á pappírinum, sum vit hava sent út til skúlarnar, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni, sum hevur gjørt uppgávurnar til næmingarnar í 9. flokki, sum hava verið til próvtøku í donskum í dag.
Les eisini: Aftur feilir í próvtøkutilfari
Hann vísir á, at tey á Próvstovuni hava havt nógv um oyrini, síðani avgerðin um at taka av talgildu royndirnar varð tikin 3. mai. Tey hava síðani trekt alt tilfarið úr databasunum til tess at fáa tilfarið á pappír. Tey hava havt undir eina viku at gera tilfarið klárt, sum hevur verið til prentingar í meira enn eina viku.
– Eftir at royndirnar vóru prentaðar, vóru vit varug við feilin, og tá var ikki annað at gera, enn at senda rættiblað við frágreiðing til skúlarnar, og allar royndirnar eru í dag avgreiddar uttan trupulleikar, sigur Regin Marnersson.










