Hørður H. Askham er fastur maður hjá AB í triðbestu donsku deildini. Gilli R. Sørensen hevur verið uttanfyri við skaða, men hevur verið á beinkinum hjá superliga-liðnum, Vejle seinastu tveir dystirnar.
Í kvøld klokkan 18 møtast liðini hjá Hørði og Gilla, AB og Vejle í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.
Dysturin verður leiktur á heimavøllinum hjá AB. Vejle er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna seg í fjórðingsfinaluna.
- Tað verður spennandi at spæla ímóti einum superliga-liði, og síggja hvussu støðið hjá teimum er. Eg gleði meg serliga at spæla ímóti Gilla. Eg havi góðar vónir um eina sensasjón, tí eg rokni við at vit kunnu "matcha" teir rættiliga væl, tí vit hava eitt fysisk sterkt lið, og so spæla vit eisini á heimavølli, sigur Hørður í stuttari viðmerking til in.fo.
Og so er at vóna, at báðir føroyingarnir vera á vøllinum, so vit kunnu fáa eina føroyingauppgerð í áttandapartsfinaluni.











