Ein stór avbjóðing bíðar Hørði H. Askham og liðfeløgunum í AB í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.
AB, ið spælir triðbestu deildini sendi superligaliðið, Vejle úr steypakappingini ígjár aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Í fjórðingsfinaluni skal AB eisini spæla móti einum superligaliði.
DBU tók lut til fjórðingsfinalurnar, og tá bleiv tað staðfest, at AB skal spæla móti FC Nordsjælland.
AB spælir fyrst á útivølli millum 5. og 7. desember, og á heimavølli antin 9. ella 10. desember. Samlaði vinnarin fer víðari til hálvfinalurnar.
Hetta eru fjórðingsfinalurnar:
FC København - Silkeborg
FC Nordsjælland - AB
AGF - Brøndby
Fredericia - Lyngby











