Hørður og liðfelagarnir endaðu kappingarárið við sigri

Hørður H. Askham hevur verið á vøllinum fyri AB tveir teir seinastu dystirnar

Hørður H. Askham hevur aftaná heldur drúgva skaðafráveru verið á vøllinum aftur fyri AB tveir teir seinastu dystirnar.

 

Í seinasta umfarinum í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini eydnaðist tað í dag AB at vinna 1-0 á Middelfart á útivølli. 

 

Íslendski miðvallarin, Ágúst Eðvald Hlynsson skoraði sigursmálið tá 55 minuttir vóru leiktir. 

 

Hørður kom á vøllin fyri AB tá ein tími var leiktur av dystinum.

 

Sigurin merkir, at AB slapp undan sætta og aftasta plássinum í ovara endaspælinum. AB gjørdist nummar fimm við 40 stigum fyri 32 dystir. AB leikti heilar 13 javnleikir hetta kappingarárið.

 

Tað gjørdust Esbjerg og gamla liðið hjá Atla Danielsen, Roskilde sum vunnu sær uppflyting til næstbestu deildina. Roskilde vann 2-1 á Aarhus Fremad á útivølli, og teir endaðu eitt stig frammanfyri Aarhus Fremad. Tað hevur verið leingi greitt, at Esbjerg fór at flyta upp.