Á liðnum hjá Hørði H. Askham, AB sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini eru teir ikki lendir enn.
Teir framdu eina stóra steypasensasjón í kvøld við at senda superligaliðið, Vejle við Gilla R. Sørensen úr steypakappingini aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Hørður: - Tað kennist fantastiskt! Vit spældu ein ordiliga góðan dyst, og vit vóru sera væl skipaðir, og vit hildu teimum frá stórum málmøguleikum, greiðir ein fegin Hørður frá aftaná higartil størstu upplivingina í donskum fótbólti.
Millum liðini sum AB kann møta í fjórðingsfinaluni eru FC Keypmannahavn, Lyngby, Fredericia, Silkeborg og FC Nordsjælland, ið vunnu sínar áttandapartsfinalur.
Kassameistarin hjá AB vónar uttan iva FC Keypmannahavn.