Hørður fekk debut fyri Roskilde og Daniel fekk debut fyri Hillerød

Hørður H. Askham hevur spælt sínar fyrstu minuttir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Daniel Johansen fekk debut í dysti fyri Hillerød í næstbestu donsku deildini. Hann og Adrian Justinussen spældu allan dystin, tá Hillerød á útivølli í Hvidovre leikti javnleik 0-0.

 

Hillerød hevði onga roynd innanfyri málrammurnar hjá Hvidovre. Heimaliðið hevði fýra royndir innanfyri málrammurnar, so 0-0 var ikki illa sloppið hjá Hillerød í torførum útidysti. 

 

Hillerød er nummar seks í deildini við átta stigum fyri seks dystir.

 

Komandi fríggjakvøld møtir Hillerød B93 á útivølli. 

 

Hørður H. Askham fekk debut fyri FC Roskilde, ið tapti 1-2 fyri AC Horsens, ið hevði Sebastian Pingel við á liðnum.

 

Arman Taranis legði Roskilde á odda 1-0 í 53. minutti, men 14 minuttir seinni hevði AC Horsens skotið tey mál, og teir kundu sostatt ferðast til Jútlands við trimum stigum í skjáttuni.

 

Hørður kom á vøllin tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

FC Roskilde hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná seks teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 18 spælir Roskilde dyst á útivølli móti Kolding.