Hørður aftur í Kyndli

Eftir eitt ár í næstbestu týsku deildini verður Hørður Fannar Sigþórsson nú aftur í Kyndli

Tað var ein smeitur hjá Kyndli, tá Hörður Fannar Sigþórsson brádliga fekk møguleikan at fara til Týsklands at royna seg. Hørður spældi við Kyndli part av kappingarárinum 2013/14, og í vetur skuldi hann ætlandi vera ein av lyklaspælarunum á liðnum.

 

Í Týsklandi spælir Hörður framvegis við liðnum EHV AUE, sum í løtuni er á 9. plássi í næstbestu deildini. Hetta er eitt av bestu kappingarárunum hjá liðnum nakrantíð, so væl hevur gingist í hond hjá Hørði og liðfeløgunum. Kappingin endar 6. juni.

 

Hörður gjørdist at kalla beinanvegin fastur maður á liðnum, og hóast hann bæði er stórur og sterkur, so hevur tað kostað fitt av megi at berjast við sera sterku spælararnar í næstbestu týsku deildini, sigur hann.

 

- Eg haldi, at Kyndil hevur spennandi ætlanir, góðar venjarar og ein dugnaligan hóp til næsta kappingarár, og eg gleði meg at koma aftur í Kyndil, sigur Hörður, sum á myndini heilsar upp á annan av mansvenjarunum hjá Kyndli, Julian Johansen.