Ukrainskir myndugleikar siga í dag frá hørðum russiskum álopum á býin, Soledar í Donetsk-regiónini har eysturi í Ukraina.
- Eftir miseydnaðar royndir at taka býin, hevur fíggindin samlað seg, hevur broytt taktikk og er byrjaður eitt nýtt og ágangandi álop á býin.
Tað skrivar varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maliar, á Telegram.
Hon leggur aftrat, at tað í høvuðsheitum eru leiguhermenn úr Wagner-herinum, sum leiða álopini á Soledar.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at støðan í økinum er trupul, men at Ukraina framvegis hevur eftirlitið bæði í Soledar og Bakhmut.
Báðir býirnir eru lyklabýir í allari regiónini , og her hava harðastu bardagarnir millum russiskar og ukrainskar herdeildir verið seinastu vikurnar.
Volodymyr Zelenskyj segði í kvøld, at stríðsviljin, sum hansara herdeildir vísa í Soledar, hjálpir Ukraina bæði at vinna sær tíð og samla styrk í bardaganum.
Tað eru tíðindastovurnar, NTB og Dagbladet, sum í kvøld umrøða torføru støðuna í Soledar og Bakhmut har eysturi í Ukraina.
##med2##