Í sambandi við at B68 hevur kært AB fyri vantandi uppihaldsloyvi hjá Dimitrije Jankovic, hevur in.fo hugt at líknandi málum í okkara grannalondum.
Les eisini B68 hevur kært AB
Í Danmark var eitt líknandi mál í fjør, tá FCK nýtti nigerianska Fanendo Adi í einum dysti móti FC Vestsjælland. FCK vardi seg við, at hóast teir ikki høvdu fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so var spælaraloyvi komi upp á pláss. Úrslitið í hesum føri var, at málið ikki fekk nakrar ítróttarligar avleiðingar fyri FCK, av tí at spælaraloyvi var upp á pláss, men tað manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi kostaði FCK 20.000 krónur. Vanliga bótin er 10.000 krónur, men av tí at tað var váttað, at FCK visti, at teir brutu lógina, og at teir høvdu gjørt tað fyrr, var bótin hækkað.
Í Noregi hava fleiri tílík mál eisini verið. Í 2009 fekk Fredrikstad FK eina bót upp á 150.000 krónur fyri at hava nýtt avstraliumannin Kasey Wehrmann í tvey ár uttan uppihalds- og arbeiðsloyvi.
Í 2012 varð Hønefoss BK revsað við einum stigi og eini bót á 50.000 krónur fyri at amerikumaðurin Steve Clark hevði spælt uttan uppihalds- og arbeiðsloyvi.
So fáa vit at síggja, hvønn úrskurð Aganevndin hjá FSF ger í málinum um Dimitrije Jankovic.