Jonhard Hammer
Nú tann politiski sjónleikurin var við at leggja seg, var tíð til sjónleik í Losjuni í Gøtu.
Losjan Glottin er eitt avhaldshús, sum stendur niðan fyri Kirkjuna í Gøtug jógv. Losjan er tað sama, sum hon altið hevur verið. Rein og pen. Eyðun gongur har og rokast, og Torgerð stendur og selur atgongumerki. Í Gøtu siga vit, at Eyðun er Losjan. Og uttan hansara arbeiðið, saman við konuni, hevði Losjan neyvan verið í dag.
Losjan er einki tjóðleikahús, men eitt gott bygdahús við góðum stemningi. Hon líkist sær sjálvari og hevur altið sæð soleiðis út. Og teir
ungu fýranir, sum eru blivinir eldr, hava fingið sera gott ljóð og ljós í húsið.
Kyndilsmessa stór hátíð í Gøtu
Tað hevur verið siður í nógv ár at framføra sjónleik ella skemt á Kyndilsmessu. Okkurt árið er farið niður ímillum. Leikurin hesuferð er ein fløkja av teimun stóru. Leikurin hevur uppruna heitið “Don’t Dress For Dinner”. Hjúnini Noomi og Petur Reinert hava umsett leikin og givið honum føroyska heitið Høm Høm í summarhúsinum.
Heitið á leikinum sigur nokk, og sum ummælari er eingin grund at fara i detaljur. Men tað vóru løtur, tá ið ein var við at skrædna, og tær vóru nógvar. Onkuntið var ein við at krimpa tærnar, men tað var gott at fáa strekt tær útaftur. Fótbóltslegendan, sum sæt framman fyri mær, hevði størri trupuleikar enn eg. Sonurin sat millum hann og konuna, men tá ið hann hugdi yvir á konun, sum bara smíltist, kundi hann slappa meira av.
Hesa ferð hava tey í Losjuni í Gøtu fingið sær Joel Sæmundarson til leikstjóra. Og hann hevur fingið hjálp til at gera pallin frá vini sínum Dávið Orn Oskarson. Tað merkist og sást, at hevur vóru fólk, sum hava skil fyri sjóleiki, ið hava verið uppi í.
Leikararnir eru teir flestu lokalir leikarar úr Gøtu. Men hesuferð vóru tað tveir leikarar úr Klaksvík. Og teir gjørdu tað ikki verri at fáa eitt sindur av lokalum klaksvíksmáli í Losjuna.
Um tú ert í ringum lag og hevur orku til at flenna í einar 90 minuttir, er at leita tær ein túr í Losjuna í Gøtu. Høm Høm fær ikki seks stjørnur frá mær – men fimm. Grundin er ikki, at tey ikki spæla nóg gott, men at leikritið er til fimm stjørnur.