Seinastu tíðina hevur Sosialurin lýst tær ivasomu umstøðurnar, sum fleiri ítróttargreinar – serliga í høvuðsstaðnum – líða undir. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráði, var kvik og gav lyfti um, at 50 milliónir krónur verða settar av til ítróttaanlegg á komandi fíggjarætlan, sum verður løgd fyri býráðið týsdagin í næstu viku.
Nú eru ætlanirnar vorðnar meiri ítøkiligar. Mentamálanevndin er á fundi í kvøld vorðin samd um, at bæði høllin á Hálsi og høllin í skúlanum á Argjahamri skulu byggjast út.
- Stendur tað til Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, so verður skjøtul nú settur á at byggja høllina á Hálsi í Havn út til eina dupulthøll, eins og at útvega uml. 130 parkeringspláss í sambandi við stadionøkið. Harafturat verður arbeitt við at útbyggja fimleikahøllina á skúlanum á Argjahamri, so at hon fær skap og stødd sum ítróttarhøll. Tað samtykti Mentamálanevndin á fundi í dag, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna.
Í Sosialinum hava umboð fyri borðtennis, judo og bogaskjóting víst á hvørjar avleiðingar tað kann fáa, um umstøðurnar hjá teimum ikki batna alt fyri eitt. Í kanning hjá ÍSF verður eisini staðfest, at hondbóltur og flogbóltur mangla hallartímar. Útbyggingarnar av teimum báðum hallunum skulu nú loysa nógvar av hesum trupulleikunum.
- Hesar útbyggingar lata upp fyri einum hópi av møguleikum hjá fleiri ymiskum ítróttargreinum. Ítrótturin í kommununi er í stórum vøkstri, eins og krøv til venjing og dystir økjast. Vit hava seinasta árið hoyrt um, hvussu truplar umstøðurnar eru hjá innandura ítróttargreinunum í Havn, og at tað er stórt trot á venjingartímum hjá hondbólti, flogbólti, kurvabólti, borðtennis, judo og helst øðrum ítróttargreinum við. ÍSF hevur gjørt vart við seg, Hondbóltssambandið somuleiðis og eisini aðrar ítróttagreinar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Helena sigur seg vænta, at loysnin á Argjum kann verða liðug í 2016 og umbyggingin á Hálsi í 2017. Ætlanin er, at tað í nýggju dupulthøllini á Hálsi skal verða pláss fyri upp ímóti 1800 áskoðarum.
Tað liggur í kortunum, at 20 milliónir krónur verða settar av til høllina á Hálsi, og at tað verður gjørt innan verandi fíggjarkarm. Dentur verður lagdur á, at øll fíggingin ikki verður fingin til vega í 2016, men at peningurin er játtaður seinastu fýra til fimm árini, og harumframt eisini í 2016.
Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt lítið um øll lyftini hjá býráðsfeløgum sínum. Hann segði við Sosialin, at lítið høpi var í framferðini og at sjálvt høgra hond visti ikki longur, hvat vinstra hond ger á Vaglinum.
Hendan viðmerkingin fer ikki ósvarað framvið borðinum hjá forkvinnuni í mentamálanevndini.
- Eg síggi at Jógvan Arge finst at í Sosialinum. Heldur enn at klandrast fari eg at fegnast um, at vit í Mentamálanevndini í semju eru komin fram til sera skilagóðar avgerðir fyri ítróttin í Havn og á Argjum, sigur Helena Dam á Neystabø og leggur at enda afturat:
- Nú er at vóna, at eisini Fíggjarnevnd Býráðsins og Býráðið fara at taka undir við Mentamálanevndini.










