HØJ vann týðandi sigur á heimavølli

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ hava trý stig niður til niðurflytingarstrikuna í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ, ið kappast við fimm onnur lið at sleppa undan triðaftasta plássinum, og harvið flyta niður í triðbestu deildina, spældi í dag dyst á heimavølli móti Fredericia, ið er næstaftast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við bert tveimum stigum.

 

Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 25-19, og stigini koma væl við, tí nú hevur HØJ trý stig niður til DHG á triðaftasta plássinum. Í steðginum var HØJ á odda 17-10.

 

AGF og Ejstrup/Hærvejen hava á fimta og sætta plássunum 19 stig. Hadsten og HØJ hava á sjeynda og áttanda plássunum 18 stig. Søndermarken er fjórðaftast við 16 stigum, og DHG er triðaftast við 15 stigum.

 

DHG tekur móti Søndermarken í morgin, og har hevði ein sigur til Søndermarken passa betur hjá HØJ, ið tá framvegis hevði havt trý stig niður til triðaftasta plássið.

 

HØJ hevur fýra dystir eftir at spæla, og tað snýr seg fyrst og fremst um at sleppa undan niðurflyting.

 

Í dagsins dysti skoraði Marita tvey mál fyri HØJ.

 

Komandi leygardag spælir HØJ ein sera avgerandi dyst móti Søndermarken á útivølli.