HØJ vann fimta sigurin á rað

Hóast Marita Mortensen og liðfelagarnir longu hava tryggjað sær uppflytingina slaka tær ikki av

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ hava vunnið næstbestu donsku hondbóltsdeildina, og hava tryggjað sær uppflyting til bestu deildina, so taka tær ikki av ferðini.

 

Í dag vann HØJ fimta dystin á rað. Hesaferð gjørdist talan um 33-31 sigur á Rødovre á útivølli. HØJ var frammanfyri 16-12 í steðginum, og tá 11 minuttir vóru eftir av dystinum var HØJ frammanfyri 27-19. Heimaliðið slapp at pynta um úrslitið seinastu løtuna.

 

Marita skoraði tvey mál í dagsins dysti.

 

HØJ er langt fremst í deildini við 35 stigum. Tær kunnu røkka 41 stigum. Nummar tvey í deildini, Holstebro hevur 26 stig, og tær kunnu í mesta lagi røkka 32 stigum. 

 

Vár og Lív Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax eru triðfremst í deildini við 22 stigum. Ajax spælir dyst á útivølli móti DHG í morgin klokkan 13. 

 

Liðini sum enda á øðrum og triðja plássinum spæla dystir um uppflyting.