Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ spældu í dag oddauppgerð á útivølli móti Midtjyllandi.
Dysturin endaði við javnleiki 23-23. Í steðginum var Midtjylland á odda 12-10.
Tað eydnaðist ongantíð HØJ at koma á odda í dystinum, men teir fingu knógvað ein javnleik.
Rói skoraði eitt mál.
Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne komu aftur á sigursslóðina í dag við einum 27-24 sigri móti Tønder á útivølli. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 15-10.
Pauli var næstbesti málskjúttin hjá suðuroyggjamonnum í dag við seks málum.
Mikukvøldið klokkan 18.30 spælir Team Sydhavsøerne ein útsettan dyst móti oddaliðnum, Grindsted. Sum stigartalvan vísir kunnu Pauli og liðfelagarnir gera HØJ og sær sjálvum eina stóra tænastu við at vinna dystin komandi mikukvøld.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Grindsted | 22 | 36 |
2 | HC Midtjylland | 23 | 36 |
3 | HØJ | 23 | 35 |
4 | Skive | 23 | 33 |
5 | Team Sydhavsøerne | 22 | 31 |
6 | Aarhus HC | 23 | 30 |
7 | Tønder | 23 | 29 |
8 | FIF | 23 | 18 |
9 | Rækker Mølle | 23 | 18 |
10 | Odder | 23 | 17 |
11 | HC Odense | 23 | 13 |
12 | Skovbakken | 23 | 10 |
13 | Vendsyssel | 23 | 8 |
14 | Køge | 23 | 6 |