Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku í dag móti liðnum við sjáldsama navninum, Rækker Mølle í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ vann dystin 24-22. Í steðginum var útiliðið á odda 15-13, men í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá HØJ.
Rói skoraði eitt mál. Tíverri eru málmanshagtøl ikki tøk í næstbestu deildini í Danmark.
Komandi fríggjakvøld verður føroyinguppgerð millum Leiv Mortensen, Jónas og Janus Djurhuus og liðfelagarnir í FIF, ið taka móti HØJ á heimavølli.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Skive fH | 8 | 15 |
| 2 | HC Midtjylland | 8 | 12 |
| 3 | HØJ | 8 | 12 |
| 4 | Grindsted | 7 | 11 |
| 5 | Team Sydhavsøerne | 8 | 9 |
| 6 | TM Tønder | 8 | 9 |
| 7 | Skovbakken | 7 | 8 |
| 8 | Aarhus HC | 8 | 7 |
| 9 | FIF | 8 | 7 |
| 10 | Vendsyssel | 7 | 5 |
| 11 | Rækker Mølle | 8 | 4 |
| 12 | Odder | 7 | 4 |
| 13 | HC Odense | 8 | 3 |
| 14 | Køge | 8 | 2 |











