Høgtstandandi Hamas-heryvirmaður dripin

Sambært Hamas var Ayman Nofal høgtstandandi heryvirmaður í al-Qassam-brigadunum.

Sambært Reuters sigur Hamas í dag, at heryvirmaðurin, Ayman Nofal, er deyður í ísraelskum loftálopi á Gaza.

 

Hamas skrivar á Telegram, at Ayman Nofal varð dripin, sum eitt úrslit av barbarisku ísraelsku bumbingunum.

 

Lagt verður aftrat, at heryvirmaðurin varð dripin, tá bumburnar raktu Bureij-flóttafólkaleguna í Gaza-geiranum.

 

Sambært Hamas var Ayman Nofal høgtstandandi heryvirmaður í al-Qassam-brigadunum.