Høgni til DM

Hóast hann hevur systiska fibrosu, letur Høgni Kunoy Dávason tað ikki forða sær at bjóða donsku elituni av í taekwondo.

11 ára gamli Høgni Kunoy Dávason er ikki sum aðrir 11 ára gamlir dreingir. Hvussu nógvir munnu vera venjarar í sínum egna Taekwondo felagið? Tað er Høgni. Hann er nevniliga stigtakari til og venjari í taekwondofelagnum í Søldarfirði.

 

Um vikuskiftið hevur hann luttikið á eini taekwondostevnu í Rødovre, og eydnaðist honum har at vinna sær eitt silvurheiðursmerki í kappingini Rødovre Cup. Hetta úrslitið hevur eisini vunnið honum rættin at kappast í DM-kappingini, sum verður í Odense 31. oktobur.

 

Høgni Kunoy Dávason hevur sjúkuna systiska fibrosu. Systisk fibrosa er ein arvalig sjúka. Hon rakar millum annað búking og lunguni og gevur sukursjúku. Í eini samrøðu í sendingini Ultrastyrken á DR Ultra í januar, greiddi Høgni frá, at hann til tíðir tekur yvir 100 tablettir dagliga. 

 

Høgni hevur svart belti í taekwondo og hevur íðkað ítróttin síðani hann var seks ára gamal. Hann og familjan fluttu til Føroya beint undan jólum og í mars stovnaði hann taekwondofelagið í Søldarfirði. 

 

Taekwondo hevur sín uppruna í Korea, og í ítróttinum verður stórur dentur lagdur á tann asiatiska hugsunarhátint og lívstílin. Hesin fremur heilsu, vælverðu, virðing, lýdni og eyðmjúkleika. Hesi virðini eru rótfest í Taekwondo.

 

Les eisini So leingi eg taki heilivágin doyggi eg ikki

 

Les eisini 10 ára gamal og byrjar nýtt ítróttarfelag

 

Les eisini Hevur útgivið tónleikalag um sjúku sína