Kringvarpið setir sum krav, at floksformenn eru í øllum politiskum sendingum í sjónvarpinum.
Tað er fallið fleiri politikarum fyri bróstið, at Kringvarpið krevur, at floksformenninir eru í øllum kjaksendingum, sum verða í sjónvarpinum. Eitt nú er hvørgin av sitandi fólkatingsmonnunum formaður í sínum flokki, og tí verða tað ikki teir, sum verða í fronti í valstríðnum í sjónvarpinum.
Tá Tjóðveldi í kvøld skal í Andglettin, verða tað Høgni Hoydal, floksformaður og Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, sum vera í andglettinum.
Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum sigur, at hon hevur verið á fundi við flokkunum og greitt teimum frá, hvussu valstríðið verður skipað í Kringvarpinum. Hon sigur, at flokkarnir tóku væl undir við tí, sum Kringvarpið legði fyri flokkarnar.
– Tað eru bara tvey mandat, sum skulu veljast. Tí kann tað tykjast í so yvirdrivið, at upp í 14 fólk stilla upp fyri flokkarnar. Við at hava formenninar í sjónvarpsstovuni, so kunnu vit fáa at vita, hvat føroysku flokkarnir vilja á fólkatingi, sigur hon.
Tað verða til samans tríggjar sjónvarpssendingar í sambandi við fólkatingsvalið. Tann fyrsta var formansumfarið, sum var mikukvøldið 27. mai, sama dag, sum valið varð útskrivað. So eru sendingarnar »Andgletturin«, sum eru hesa vikuna og í næstu viku. Mikukvøldið, dagin fyri valið, verður síðsta formansumfarið.
Valkvøldið verður sum vant í sjónvarpinum, tá Kringvarpið hevur valstudio í Kringvarpsbygninginum í Sortudíki. Johnsigurð Johannesen verður vertur í sjónvarpinum. Bogi Godtfred hevur talknúsaran og valserfrøðing, Jóannes Hansen í sjónvarpsstovuni, og í Kringvarpshøllini situr Jón Brian Hvidtfeldt í einum minni studio. Har verða eisini umboð fyri allar flokkarnar.









