Høgni og rokkarin Jønke hittast

Høvundar hittast. Danski rithøvundurin og fyrrverandi Hells Angels-limurin, Jørn Jønke Nielsen, hittir føroyska skaldabróðir sín, Høgna Mohr.

Løkshøll lýsir við sermerkturm tiltaki, har fyrrverandi Hells Angels limurin, ið vanliga verður nevndur Jønke, og høvundurin Høgni Mohr hittast.

 

Danski rithøvundurin og fyrrverandi Hells Angels-limurin, Jørn Jønke Nielsen, hittir føroyska skaldabróðir sín, Høgna Mohr.

Samrøðan teirra millum varir tveir tímar. Evnini eru tilverulig og snúgva seg m.a. um lívið sum rokkari og nýggju politisku ætlanirnar, ið Jørn Jønke Nielsen hevur við flokkinum Stabilt Demokrati.

Seinasta hálva tíman fáa áhoyrarar høvi at seta spurningar.

Til ber at ogna sær bøkur, ið Jørn Jønke Nielsen signerar, verður millum annað sagt um tiltakið.

 

Til teirra, ið ikki kenna søguna, kann hetta leggjast afturat:

 

Jønke var millum stovnararnar av donsku deidini av Hells Angels í 1980. Í 1984 gerst hann kendur sum maðurin, ið letur skot av, og drepur sonevnda Makrellen, ið er í mótstríðandi klubbanum Bullshit.

 

Jønke flýggjar til Fraklands og Canada, skrivar sjálvævisøgu, og vendur aftur til Danmarkar í 1988, og fær dóm, 16 ara fongsulsrevsing.