Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen kom til Føroya í gjár á fyrstu vitjan síni sum uttanríkisráðharri. Í gjárkvøldið hitti hann Løgtingsins uttanlandsnevnd og í mortun klokkan 10 var hann á fundi við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum.
Í tíðindaskrivi segði Lars Løkke Rasmussen fyri vitjanina, at tað er týdningarmikið hjá donsku stjórnini at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
– Ikki minst á uttanríkis- og trydgarpolitiska økinum. Innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur grundleggjandi broytt geopolitiska veruleikan, vit eru í, og økt tørvin á, at vit rykkja enn tættari í ríkisfelagsskapinum. Tí frøist eg um fyrstu vitjan mína í Føroyum sum danskur uttanríkisráðharri, segði Lars Løkke Rasmussen.
Seinni frætta vit nærri um, hvat teir báðir uttanríkisráðharrarnir komu til á fundinum.











