Høgni Madsen gevst í EB/Streymi

Høgni Madsen váttar fyri in.fo, at hann gevst í EB/Streymi innan stutta tíð.

EB/Streymur styrkti nógv um hópin undan kappingarárinum, tá teir heintaðu Jónas Tór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Høgna Madsen afturat hópinum.

 

Kappingarárið hevur tó ikki eydnast so væl sum vónað hjá EB/Streymi og mánadagin skifti Pól Jóhannus Justinussen frá EB/Streymi til NSÍ.

 

Nú er greitt, at miðvallarleikarin Høgni Madsen eisini gevst í Sundalagnum innan heilt stutta tíð.

 

Høgni Madsen sigur í stuttari viðmerking við in.fo.

 

-          -      Eg havi tosað við teir og eg spæli ikki við EB/Streymi, tá eg fari niður í skúla aftur í august. Vit skiljast í sátt og semju.

 

Høgni Madsen er í løtuni lesandi í Danmark, har hann gongur á læraraskúla.